• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Kríggj í Ukraina: Sjóvinnustýrið fylgir vegleiðing frá Paris MoU

Sum avleiðing av støðuni í Ukraina, hevur Paris MoU útgivið eina vegleiðing, har heitt verður á flaggstatir og havnastatsmyndugleikar um at vera smidligir, tá tað ikki ber til hjá sjófólki at koma heim. Hetta er bæði galdandi fyri ukrainsk sjófólk og onnur sjófólk, sum skulu mynstra av. Føroyski flaggstatsmyndugleikin, Sjóvinnustýrið, tekur fult undir við hesum…
Les meira

Hav Nes er Ársins skip 2021

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist HAV NES hjá Navigare Shipping. Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru LISTERVIK og SJÓBORG. Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.…
Les meira

ES: Umhvørvisátøk á veg fyri shipping-vinnuna

Sjóvinnustýrið endurgevur her tíðindaskriv frá DNV um átøk, sum ES ætlar at seta í verk fyri shipping vinnuna. Tíðindaskrivið á enskum kann lesast her. 14. juli 2021 kunngjørdi Evropeiska Kommissiónin “Fit for 55” pakkan, sum eru uppskot, sum skulu minka um samlaða Co2-útlátið hjá ES við 55% áðrenn 2030. Shipping-vinnan stevnir tí ímóti strangari ES-reglum.…
Les meira