• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Herd krøv um útlát frá skipum

Altjóða krøvini til handilsskipaflotan um útlát verða munandi herd næstu árini. Tað er ein beinleiðis avleiðing av IMO-ráðstevnuni MEPC 76, sum varð hildin í juni, og sum broytti og herdi sonevnda MARPOL-sáttmálan, ið skal verja ímóti dálking av havumhvørvinum, sum stavar frá skipum ella øðrum virksemi á sjónum. Fyri Føroyar merkja avleiðingarnar av MEPC 76,…
Les meira

VOS Shine – nýtt skip í FAS

Vos Shine er nýtt offshore supply skip hjá Thor. Skipið er bygt í Kina í 2012, og merkið varð vundið á stong í Singapore 14. oktober 2021, tá føroyska manningin eisini kom umborð. Skipið er 1794 BT og fer at arbeiða í Asia, har Thor eisini hevur onnur skip arbeiðandi í tænastuvinnuni. Vit eru fegin um,…
Les meira

Eivind sigldi á Flesjarnar – frágreiðing frá donsku skaðanevndini

Den Maritime Havarikommission hevur í morgun almannakunngjørt frágreiðing um, hví línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar tann 2. august í ár. Sambært frágreiðingini eru orsøkirnar tríggjar: Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var. Ein onnur orsøk var tann, at skiparin ikki legði so stóran…
Les meira

Føroyar varðveita plássið á hvítalista hjá Paris MoU

Í dag kom dagførdur listi yvir flaggstatir á hvítalista hjá Paris MoU. Føroyar eru á 31. plássi eins og vit vóru í fjør. Tó er stigatalið hjá okkum vaksið munandi, frá -0,57 til -0,87. Orsøkin til at vit standa í stað er, at londini framman fyri okkum á listanum eisini hava betrað seg. Hjá Føroyum…
Les meira