• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

3000 sjóvinnubrøv endurnýggjast í ár

Sjóvinnustýrið heitir á øll sjófólk, hvørs sjóvinnubrøv ganga út í 2021, um at søkja um endurnýggjan í góðari tíð. Roknast kann við eini viðgerðartíð á 4-6 vikur restina av árinum. Orsøkin til longdu viðgerðartíðina er, at í 2016 skuldu meira enn 3000 sjófólk endurnýggja sær pappírini vegna broytingar í altjóða sáttmálunum fyri sjóvinnubrøv til handilsskip.…
Les meira

Føroysk fiskiskip skulu hava vrakváttan umborð

Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd fyri burturbeinan av skipsvraki. Váttanin fæst við at venda sær til ein av flaggstatunum, sum hava tikið undir við sáttmálanum.…
Les meira

Minst til at endurnýggja bunkers- CLC- Athen- og vrakcertifikat

BUNKERS- CLC- ATHEN- OG VRAKCERTIFIKAT Til ber  at søkja um nevndu certifikat hjá øllum flaggstatum, sum hava tikið undir við hesum sáttmálum. Niðanfyri eru leinki til umsókn á  heimasíðuni  hjá  Søfartsstyrelsen– sí leinki Bunkercertifikat: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum…
Les meira

Regluportalurin fingið nýtt snið

Regluportalurin hjá Sjóvinnustýrinum er nú vorðin meira brúkaravinarligur. Lógarøkini eru deild upp í kassar mitt á síðuni, so tað er skjótt at finna røttu reglurnar. Nýggja sniðið er greiðari enn tað gamla, og vit vóna tí, at okkara brúkarar verða glaðir fyri dagføringina. Far til Regluportalin    
Les meira