• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Føroyar varðveita plássið á hvítalista hjá Paris MoU

Í dag kom dagførdur listi yvir flaggstatir á hvítalista hjá Paris MoU. Føroyar eru á 31. plássi eins og vit vóru í fjør. Tó er stigatalið hjá okkum vaksið munandi, frá -0,57 til -0,87. Orsøkin til at vit standa í stað er, at londini framman fyri okkum á listanum eisini hava betrað seg. Hjá Føroyum…
Les meira

Svitzer Bjørn skrásettur í FAS

Sleiparin, Svitzer Bjørn, er nú komin undir føroyskt flagg. Sleiparin, sum 356 BT til støddar og bygdur í Japan í 1991, er ein av fleiri sleiparum hjá P/F Svitzer Faroe Islands í FAS. Fleiri upplýsingar um skipið síggjast á teyggjan.fo.
Les meira

Hav Alda skrásett í FAS

Nýggjasta skipið hjá Navigare, Hav Alda, er í dag skrásett í FAS. Skipið er bygt í 2001, er 82,5 metrar langt og 12,6 metrar breitt. Motorurin er ein 2400 hk. MAK. Seinasta mánaðin hevur skipið verið í Pólandi og gjørt ymiskar dagføringar. Hav Alda skal sigla alifóður úr Føroyum til Skotlands. Vit ynskja Hav Aldu…
Les meira

Bakkanes skrásett í FAS

Bakkafrost hevur í dag skrásett skipið "Bakkanes" í FAS. Skipið er fyrrverandi "Viking Athene", sum er bygt í Noregi í 2005 og er 2469 BT til støddar. Skipið skal vera systurskip hjá Martin XPOP, sum varð keyptur í 2016.
Les meira