• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Cape Town Agreement fyrivarnið fyri Føroyar avtikið

Danmark hevur tikið av fyrivarnið fyri Føroyar um Cape Town Agreement, sum ásetur teknisk krøv til fiskiskip yvir 24 metrar til longdar. Hesum boðaði danska Uttanríkismálaráðið IMO í London frá tann 22. mars í ár.

Føroyar teljast sostatt millum londini, sum hava tikið undir við avtaluni, sum hevur fulla heitið “Cape Town Agreement of 2012 on the Implementation of the Provisions of the 1993 Protocol relating to the Torremolinos International Convention for the Safety of Fishing Vessels, 1977”.

Sáttmálin kemur í gildi 12 mánaðir eftir, at í minsta lagi 22 lond, ið umboða í minsta lagi 3600 fiskiskip, ið eru 24 metrar ella meira til longdar, hava undirskrivað avtaluna.

Danmark skrivaði undir sáttmálan í 2015 men tók fyrivarni fyri Føroyum. Sjóvinnustýrið hevur greitt mælt til at taka undir við sáttmálanum og til at fyrivarni viðvíkjandi Føroyum varð strikað. Sáttmálin ásetur minstu krøv til teknisk viðurskifti um borð á fiskiskipum, og hesi eru longu sett í verk í føroyskari lóggávu (Fráboðan E). Í fleiri førum eru føroysku krøvini strangari enn tey, ið Cape Town Agreement ásetur. Føroysk fiskiskip verða sostatt ikki ávirkað av, at fyrivarnið er tikið av.

Undirtøkan fyri sáttmálanum sendir eitt signal til umheimin um, at Føroyar vilja vera frammarlaga og ganga á odda fyri trygdini um borð á fiskiskipum.

Í løtuni hava 22 lond, ið umboða 2.718 fiskiskip yvir 24 metrar, skrivað undir Cape Town sáttmálan.

Les meira um Cape Town sáttmálan her

fráboðan frá IMO um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum