• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Sjóvinnustýrið umsitur nú sjórættin

Málsøkið sjórættur er nú yvirtikið sum føroyskt sermál, og Sjóvinnustýrið hevur longu útint fyrstu uppgávurnar í hesum sambandi. Sjórætturin varð yvirtikin ólavsøkudag, og Sjóvinnustýrið útskrivaði 30. juli bunkers-loyvisbræv til Thor Frigg, sum kemur í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina í dag, 31. juli. Í praksis merkir yvirtøkan, føroysk reiðarí hereftir skulu venda sær til Sjóvinnustýrið, tá tey…
Les meira

Tvey nýggj skip í FAS

TIDAN er spildurnýtt farmaskip hjá svensku shippingfyritøkuni, Erik Thun. Skipið er bygt í 2025 á Ferus Smit-skipasmiðjuni í Hollandi. Tidan verður drivið við bæði battaríi og vanligum brennievni. THOR MODI er offhore supply-skip hjá Thor, sum er bygt í 2015. Skipið hevur verið undir Bahamas-flaggi, men er nú skrásett í FAS. Vit ynskja báðum skipum…
Les meira

Línuflotin kann tryggjast betur

Sjóvinnnustýrið hevur kannað trygdarstøðuna umborð á føroysku línuskipunum í bólki 3, og hóast støðan sum heild er nøktandi, so er rúm fyri ábót Eftir syndarligu vanlukkuna tann 6. februar í fjør, tá ið Kambur sakk, fór Sjóvinnustýrið undir eitt stórt eftirlitsátak í línuflotanum. Endamálið var at kanna trygdarstigið umborð á línuskipunum fyri at fáa eina…
Les meira

Farloyvisstarv sum deildarleiðari fyri Vitaverk og sjóuppmerking í Sjóvinnustýrinum

Søkt verður eftir deildarleiðara til Sjóvinnustýrið at byrja 1. august ella skjótast til ber. Tíðarskeiðið er eitt ár. Deildin verður skipað við einum deildarleiðara og einum starvsfólki. Harumframt hevur deildarleiðarin eisini sum uppgávu at samskifta og skipa arbeiðið hjá 10 tímaløntum hjálparfólkum, sum eru kring landið, har vitar eru staðsettir. Arbeiðsdagurin er á skrivstovuni og…
Les meira