Nýggj kunngerð um læknakanning og heilsuprógv fyri sjófólk er lýst. Kunngerðin kom í gildi 30. august 2024.
Í høvuðsheitum hevur nýggja kunngerðin við sær, at útlendsk heilsuprógv nú eru góðkend at nýta um borð á føroyskum skipum.
Hetta merkir, at tað ikki longur er neyðugt hjá útlendskum sjófólkum á føroyskum skipum at útvega sær læknakanning við oyðublaðnum, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Tað er nú møguligt at mynstra við útlendskum heilsuprógvi treytað av, at útlendska heilsuprógvið er útgivið sambært STCW-sáttmálanum (Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention).
Nýggja kunngerðin tekur í stóran mun støði í áður galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk frá 2013. Hon kann lesast her.