• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Frítíðarbátarnir eru gamlir

Hóast fleiri nýggj stuttleika- og frítíðarfør eru komin til seinastu 10 árini, so vísa tøl hjá Sjóvinnustýrinum, at miðalaldurin á frítíðarførum í Føroyum er høgur og hækkandi. Í 2024 er miðalaldurin á føroyskum frítíðarførum 42 ár. Av teimum 2771 førunum í flotanum eru 1414 teirra millum 31 og 50 ár. Merkisvert er eisini, at 17…
Les meira

Vanligir manglar hjá útróðrarbátum

Tað er krav, at bátar, sum fáast við vinnuligan fiskiskap, skulu sýnast, áðrenn siglingarloyvi fæst. Sjóvinnustýrið fremur hesi sýn, og hetta eru vanligastu manglarnir, sum vit finna: MOB-útgerðin er ikki nøktandi Medisinkista C manglar Lensiskipan er ikki nøktandi, herundir vatnstandsalarmar Vatntøtt skott eru ikki í lagi Pakningar og skalkingar í veðurtøttum hurðum og lúkum eru…
Les meira

Føroyski útróðrarflotin er gamal

Hagtøl hjá Sjóvinnustýrinum vísa, at føroyski útróðrarflotin er gamal og verður als ikki endurnýggjaður. Tað eru í dag 60 útróðrarbátar, sum dríva vinnuligan fiskiskap, og av hesum eru heili 62% eldri enn 30 ár. Á myndini sæst, at einans 5 nýbygningar eru komnir í útróðrarflotan seinastu 20 árini. Størsti parturin av flotanum er millum 31…
Les meira

Fáir hava siglingarloyvi

Tøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at sera fáir vinnuligir útróðarbátar hava galdandi siglingarloyvi. Í bólki 5A eru tað bert 36% sum sigla lógliga, og í bólki 5B, sum eru teir, ið fiska fyri meiri enn kr. 200.000, eru tað bert 39%, sum sigla lógliga. Tað er krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið útskrivar teimum…
Les meira