• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Óvist hví útróðrarbáturin Ellinor sakk

Sjóvinnustýrið hevur kannað, hví útróðrarbáturin Ellinor OW2321 tann 8. november 2023 fekk slagsíðu og sakk. Kanningin kemur fram til nakrar møguligar orsøkir til óhappið, men ikki ber til at siga við vissu, hvat elvdi til, at báturin sakk. Ellinor liggur á havsins botni, og tí er kanningin grundað á m.a. vitnisfrágreiðingar, útrokningar, áður framd eftirlit…
Les meira

Tvær nýggjar skrásetingar í FAS

Tvey skip eru skrásett í FAS seinasta mánaðin. Tey eru tangaskipið Oktan hjá Sp/f Oktan Føroyar og farmaskipið Glyvursnes hjá Smyril Line. Oktan skal sigla sum bunker-skip í Póllandi, meðan Glyvursnes fer at sigla við farmi millum Havnina, Þórlakshöfn og Hirtshals. Vit ynskja báðum skipum vælkomnum í FAS. Sí fleiri upplýsingar um skipini í Teyggjuni:…
Les meira

Sjóvinnustýrið flutt

Sjóvinnustýrið húsast í nýbygdum kontórbygninigi á Giljanesi. Adressan er á Hillingatanga 2 FO-360 Sandavágur  27. nov. 2023
Les meira

Nýtt skip í FAS – Vestland Explorer

Vestland Explorer er nú skrásettur í FAS. Hann er bygdur í 1994 og er 827 BT til støddar. Skipið hevur fyrr virkað sum tænastuskip hjá Søfartsstyrelsen men varð í 2021 umbygt til ferðafólkaskip og siglir nú við ferðafólki við Svalbard og har um leiðir.
Les meira