• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Útróðrar-, ferðafólka- og onnur vinnufør skulu sýnast

Fult rikin útróðrarfør, ferðafólkafør og onnur før, ið verða nýtt til vinnuligt virksemi, skulu sýnast av Sjóvinnustýrinum. Tá sýnið er liðugt, útskrivar Sjóvinnustýrið eitt siglingarloyvi til farið.

Tað kemur ofta fyri, at fultriknir útróðrarbátar, sum hava fingið fiskiloyvi, ikki seta seg í samband við Sjóvinnustýrið um sýn og siglingarloyvi.

Meira kunning um sýnsskyldu og svar uppá møgulig ivamál fæst við at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið.