Málsviðgeri til Føroya Skipaskráseting Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til Føroya Skipaskráseting. Um starvið: Sum málsviðgeri fært tú møguleika at arbeiða í einum fjølbroyttum og spennandi starvi hjá føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at: Skráseta og eftirkanna ognarheimildir, veðbrøv og onnur rættindi, sum skulu skrásetast í Føroyar Skipaskráseting, FAS og Farskránni, samskifta og vegleiða…
Les meira
Sjóvinnustýrið yvirtikið ábyrgdina av vitaverki og sjóuppmáting
Málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi í dag, 3. juni 2024. Samstundis varð samstarvsavtala undirskrivað við danska Søfartsstyrelsen, sum higartil hevur umsitið økið, sum setir karmarnar um samstarvið millum Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen framyvir. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, flutti…
Les meira
Vitaverkið yvirtikið
1. juni 2024 yvirtaka Føroyar málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking frá dønum. Sjóvinnustýrið skal umsita málsøkið. Við hesum taka vit yvir ábyrgdina av 24 vitum. Yvirtøkan fevnir harafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni. Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag…
Les meira
Spennandi starv sum eftirlitsfólk á Sjóvinnustýrinum
Vit søkja eftir einum starvsfelaga til Sýnsdeildina at byrja skjótast gjørligt. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum áhaldandi arbeiðir við at betra um trygdina á sjónum. Starvið inniber dagligt samskifti við báta- og skipaeigarar, undirveitarar og agentar. Arbeiðsdagurin er á skrivstovuni og úti um landið. Av og á verður eftirlit framt av føroyskum…
Les meira