Reiðarin skal framyvir tekna trygging, ella seta aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans yvirfyri sjófólkum og skipsførarum, um reiðarin misheldur starvssetanarviðurskifti síni. 18. januar 2017 verður sett í gildi nýggj kunngerð, ið fevnir um starvsviðurskifti o.a. hjá persónum, sum starvast umborð á føroyskum handilsskipum skipum. Kunngerðin staðfestir broytingarnar í MLC-sáttmálanum, ið vórðu samtyktar…
Les meira
Nýtt skip í FAS
M/V Harengus er nýtt skip í føroysku altjóða skipaskránni. Skipið er bygt í Noregi í 1992 og er systurskip hjá M/V Scombrus, sum kom í flotan í oktober í 2015. Eigari er Sp/f Harengus, Mykinesgøta 5, Tórshavn. Les annars meir um skipið í á teyggjan.fo.
Les meira
Á skúlabonk eftir nýggjár
Soleiðis verður støðan hjá fleiri sjófólkum, um tey ikki søkja sjóvinnubræv ella førleikaprógv áðrenn árslok. Talan er um sjófólk, sum sigla sum óútbúnir kokkar við fiskiskipum og handilsskipum og fulltiknir motormenn og dekkarar við handilsskipum. Krøvini til hesar bólkar verða munandi herd eftir nýggjár. Søkir tú nú, ber til at fáa sjóvinnubræv ella førleikaprógv grundað…
Les meira
Broytingar í MLC
Tíðindabræv 11/2016 Broytingar í MLC Á sumri 2014 vórðu nýggj krøv í Maritime Labour Convention samtykt í trípartanevndini hjá ILO. Nýggju krøvini fevna um krøv til reiðaran at veita trygd fyri fría heimferð við uppihald fyri sjófólk, ið eru strandað í útlandinum orsakað av umstøðum hjá reiðarínum. Nýggju krøvini koma í gildi 18. januar 2017.…
Les meira