Sjóvinnustýrið søkir eftir dugnaligum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð innan sjóvinnuøkið, so er hetta kanska eitt starv fyri teg. Starvsøki Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar…
Les meira
Vón Arctic skrásett í FAS
Felagið Sandship í Fuglafirði keypti nýliga farmaskipið Bonacieux, sum nú er umbygt til sjálvlossara og eitur Vón Arctic. Í gjár varð skipið skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina. Vón Arctic er systurskip hjá Vón Feeder, sum eisini er í FAS. Vit ynskja Vón Arctic vælkomnum og gleðast um, at føroysk reiðarí velja FAS. Tað eru í…
Les meira
Naven er skrásettur í FAS
Enn ein nýbygningur hjá Erik Thun AB er skrásettur í FAS. Talan er um farmaskipið Naven, sum er bygt á Ferus Smit skipasmiðjuni í Niðurlondum og sum varð latið eigarunum í ár. Svenska felagið hevur latið fleri skip byggja til føroyskt flagg. Tey seinastu eru Kolland og Tidan í 2025, og Spiken og Lidan í…
Les meira
Føroyar millum fremstu flaggstatir í nýggjari altjóða frágreiðing

Føroyar eru aftur millum flaggstatirnar, sum røkka hægstu úrslitum í Flag State Performance Table 2025/2026, sum International Chamber of Shipping (ICS) júst hevur almannakunngjørt. Frágreiðingin byggir á dátur frá altjóða viðurkendum stovnum, m.a. IMO, Paris MoU og Tokyo MoU, og metir um, hvussu flaggstatir megna at liva upp til altjóða krøv innan trygd, umhvørvisvernd og…
Les meira




