• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

STCW 2010

Krøvini til at fáa ávís sjóvinnubrøv við handilsskipum vórðu herd 1. januar 2017. Niðanfyri verður greitt nærri frá krøvunum.

Mynstring sum fulltikin dekkari smb. STCW 2010
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari við havfarandi handilsskipum til støddar 500 BT ella meira, hava førleikaprógv sum fulltikin dekkari.

Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.

Mynstring sum fulltikin motormaður smb. STCW 2010
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk sum gera tænastu sum fulltikin motormaður við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira hava førleikaprógv sum fulltikin motormaður.

Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.

Førleikaprógv sum skipselektrikari – STCW III/7
Fyri at fáa førleikaprógv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW III/7 og 3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira. Siglingartíðin skal vera innan fyri elektrikaraarbeiði ella maskintænastu.

Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.

Sjóvinnubræv sum skipseletrikari – STCW III/6
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW kap. III/6, yrkisútbúgving við sveinabrævi sum elektrikari og 12 mánaðir elektrikaraarbeiði ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira.

Nærri kunning um krøv til sjóvinnubrævið síggjast her.

Mynstring sum skipskokkur smb. STCW 2010
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum er krav, at umsøkjari hevur sveinabræv innan kokkayrkið.
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum verður kravið, at umsøkjari hevur staðið útbúgving sum gastronomatstøðingur.

Tey sjófólk, sum høvdu sjóvinnubræv sum skipskokkur áðrenn herdu krøvini vórðu sett í gildi (1. januar 2017) varðveita síni rættindi og kundu tískil endurnýggja sjóvinnubrævið uttan at hava staðið omanfyrinevndu útbúgvingar (sveinabræv innan kokkayrkið ella gastronomatstøðingur)

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Mynstring sum maskinistur og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving smb. STCW 2010
Sjófólk við sjóvinnubrævi sum maskinyvirmaður, ið mynstra við handilsskipum yvir 1.000 V skuldu eftir 1. januar 2017 hava STCW III/6 átekning á sjóvinnubræv teirra.
Hendan áseting verður eisini kallað háspenningur ella elektrotøkni. Átekningin III/6 gjørdist krav eftir 1. januar 2017 fyri maskinyvirmenn við handilsskipum.

Harumframt er krav at maskinistar við útbúgving áðrenn 2015 og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving hava skeið í ERM. Maskinmeistarar við 2 ára útbúgving, ið hava fingið sjóvinnubræv sum maskinstjórar og hava 12 mánaðir siglingartíð seinastu 5 árini áðrenn 1. januar 2017 sum maskinstjórar, eru undantiknir at taka ERM skeið.

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Mynstring sum maskinmeistari smb. STCW 2010
Maskinmeistarar lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.
Gev gætur, at søkjast kann ikki um sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi. Tó kunnu tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi søkja um endurnýggjan av hesum sjóvinnurbrævi, meðan siglt verður upp til skipsmaskinmeistara á 1. stigi.

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Mynstring sum heimaskipari smb. STCW 2010
Heimaskiparar skulu hava skeið í ECDIS fyri at fáa sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Mynstring sum skipari smb. STCW 2010
Skiparar við útbúgving áðrenn 2015 skulu hava skeið í BRM. Er útbúgvingin frá áðrenn 2006, krevst eisini skeið í ECDIS.

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Mynstring sum skipsførari smb. STCW 2010
Skipsførarar við útbúgving frá 2006 ella seinni lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW 2010. Skipsførarar við útbúgving fyri 2006 skulu hava skeið í ECDIS.

Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.

Møguleiki er at útskriva avmarkað sjóvinnubrøv, t.e. sjóvinnubræv uttan ARPA og ECDIS.

Sjófólk við brúgvavakt og maskinvakt smb. STCW 2010
Sjófólk, sum hava vaktarhaldsprógv (brúgvavakt ella maskinvakt) II/4 ella III/4 frá Sjóvinnustýrinum skulu tryggja sær, at tað ikki stendur víst til tann gamla STCW sáttmálan frá 1995 á førleikaprógvinum. Um tað stendur “as amended in 1995” á tínum vaktarhaldsprógvi, verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið, soleiðis at hetta kann broytast.

Sjófólk, sum hava GOC radioprógv frá Sjóvinnustýrinum skulu tryggja sær, at tað ikki stendur víst til tann gamla STCW sáttmálan frá 1995 á førleikaprógvinum. Um tað stendur “as amended in 1995” á tínum GOC radioprógvi, verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið, soleiðis at hetta kann broytast.