Sjóvinnustýrið hevur í dag skrásett spildurnýggja farmaskipið hjá Smyril Line, SKIPANES, í FAS.
Tað er altíð gleðiligt, tá nýbygningar koma í føroysku skipavinnuna, og fyri FAS hevur tað týdning, at miðalaldurin á skrásettu skipunum ikki er ov høgur. Tí gleðast vit, tá bæði føroysk og útlendsk reiðarí skráseta nýbygningar í FAS.
Vit ynskja samstundis Smyril Line hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir.






