• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Á skúlabonk eftir nýggjár

Soleiðis verður støðan hjá fleiri sjófólkum, um tey ikki søkja sjóvinnubræv ella førleikaprógv áðrenn árslok.

Talan er um sjófólk, sum sigla sum óútbúnir kokkar við fiskiskipum og handilsskipum og fulltiknir motormenn og dekkarar við handilsskipum. Krøvini til hesar bólkar verða munandi herd eftir nýggjár.

Søkir tú nú, ber til at fáa sjóvinnubræv ella førleikaprógv grundað á starvsroyndir umborð. Bíðar tú hinvegin til eftir 1. januar 2017, so verður tú viðgjørdur sambært herdu krøvunum, og tá verður útbúgving kravd.

Skiftistíð
Tey seinastu árini hava verið roknað sum ein skiftistíð, har sjófólk hava kunnað tikið skeið, fingið siglingartíð og annars tillagað seg nýggju krøvunum sambært STCW 2010 og nýggju kunngerðini um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum. Men tá ið skiftistíðin gongur út á nýggjárinum, sleppur Sjóvinnustýrið ikki longur at skriva út sjóvinnubrøv og førleikaprógv eftir gomlu og lægru krøvunum sambært STCW 95.

Hetta merkir, at óútbúnir kokkar mugu á kokkaskúla, áðrenn teir kunnu fáa sjóvinnubræv, og fulltiknir dekkarar og motormenn mugu eitt ár í skúla. Hartil er krav um longri siglingartíð eftir nýggjár.

Tí mugu skipskokkar og fulltiknir dekkarar og fulltiknir motormenn senda Sjóvinnustýrinum umsókn um sjóvinnubræv ella førleikaprógv sum skjótast og áðrenn 31. des. 2016 fyri at tryggja, at teir ikki missa starvið, tí teir hava verið ov sein á sjóvarfallinum.

350-400 hava ikki søkt
Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum staðiliga heitt á sjófólk í øllum størvum um at kunna seg um nýggju krøvini sambært STCW 2010 og at senda umsókn um sjóvinnubræv sum skjótast. Men enn vanta 350-400 umsóknir at koma inn. Sjóvinnustýrið kann ikki veita vissu fyri, at allar umsóknir verða avgreiddar áðrenn árslok, men tað avgerandi er, at umsóknin verður latin inn í skiftistíðini – sum altso gongur út tann 31. desember 2016.