Viðvíkjandi broytingum í DMLC II
Í sambandi við at reiðarí áhaldandi hava tørv á at gera tillagingar í DMLC II, í tráð við at skjøl og mannagongdir verða broyttar umborð, metir Sjóvinnustýrið, at neyðugt er við neyvari vegleiðing hesum viðvíkjandi.
Broytingar í DMLC II skulu ikki verða fráboðaðar til Sjóvinnustýrið, men skulu verða skrásettar í einum rættingarskjali. Rættingarskjalið skal verða goymt saman við upprunaliga DMLC II, og verða tøkt í sambandi við kravd MLC-sýn umborð.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jógvan Hentze á telefon 35 56 00 ella við t-posti fma@fma.fo.