• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Trygging fyri burturbeinan av skipsvraki

TRYGGING FYRI BURTURBEINAN AV SKIPSVRAKI

Nairobisáttmálin kom í gildi tann 14. apríl 2015

Av hesi orsøk eru komin nýggj krøv:

Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.

Nairobisáttmálin er ikki settur í gildi gjøgnum føroyska lóggávu (sjólógina). Tí er avtalað gjørd við Danska Søfartsstyrelsen um, at reiðarí kunnu søkja um sertifikat umvegis Søfartsstyrelsen. Heitt verður á reiðarí, sum skjótast, at venda sær til Søfartsstyrelsen við tryggingarváttan(bluecard), fyri at fáa sertifikat útskrivað.

Legg til merkis, at freistin fyri at sertifikatið skal vera umborð er 14.apríl 2015

Leinki til umsóknina ... trýst her

Leinki til vegleiðing ......trýst her

Umsóknarblað verður at senda til Søfartsstyrelsen umvegis teldupost :
vragcertifikat@dma.dk

Um broytingar koma fyri í tíðarskeiðnum ímeðan sertifikatið er í gildið (t.d. broytingar í eigaraviðurskiftum) skal reiðaríðið boða frá til Søfartsstyrelsen umvegis teldupost :
vragcertifikat@dma.dk

g.g. Sertifikatið skal endurnýggjast hvørt ár.

Hesi lond hava undirskrivað Nairobisáttmálan:Danmark, Bulgaria, Kongo, Cook Islands,
India, Iran, Malaysia, Marshall Islands, Marokku, Nigeria, Palau, Stóra Bretland og
Týskland. Til ber eisini at søkja sertifikat frá hesum londum.

Fyrispurningar kunnu setast Jákup K. Poulsen, deildarleiðara á tlf. 355600