• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Spennandi starv sum eftirlitsfólk á Sjóvinnustýrinum

Vit søkja eftir einum starvsfelaga til Sýnsdeildina at byrja skjótast gjørligt. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum áhaldandi arbeiðir við at betra um trygdina á sjónum. Starvið inniber dagligt samskifti við báta- og skipaeigarar, undirveitarar og agentar.

Arbeiðsdagurin er á skrivstovuni og úti um landið. Av og á verður eftirlit framt av føroyskum skipum uttanlands. Arbeiðsdagurin verður skipaður í samráð við deildina.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss í støðugari menning, har vit seta okkum realistisk mál, sum vit miðvíst fremja. Er tørvur á skeiðum og eftirútbúgving, so verður hetta sett í verk eftir førimuni.

Á Sjóvinnustýrinum hava vit eitt gott sosialt umhvørvi, har starvsfólkarøkt, -menning og -trivnaður eru høgt í metum.

 

Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:

Sýn og málsviðgerð í samband við nýbygningar, umbyggingar, innflaggingar, o.a.

Fremjan, uppfylging og málsviðgerð av tíðarbundnum sýnum.

Eftirlit við løggildum undirveitarunum.

Luttaka í tvørgangandi verkætlanum og innanhýsis toymum á stovninum

Luttaka í kanningum av vanlukkum á sjónum

Vera partur av vakttelefon-skipan

 

Útbúgving og arbeiðsroyndir

Til starvið krevst ein av niðanfyri nevndu útbúgvingum:

Maskinmeistaraútbúgving við í minsta lagi 3 ára royndum á sjónum sum yvirmaður

Skipsføraraútbúgving við í minsta lagi 3 ára royndum á sjónum sum yvirmaður

Verkfrøðingur innan viðkomandi øki við 3 ára viðkomandi arbeiðsroyndum

 

Vit vænta at tú hevur eina ella fleiri av niðanfyristandandi royndum

Góð evni at samskifta á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli

Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

Góðar KT-førleikar á brúkarastøði

Góð samstarvsevnir

 

Vit vóna at tú hevur eina ella fleiri av niðanfyristandandi royndum

Royndir frá líknandi starvi ella viðurkendum klassafelag

Royndir frá skipasmíði

Royndir frá umsjón við nýbygging av skipum

Kennir til almenna umsiting

 

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Tann setti verður harumframt partur av løntari vaktarskipan.

Tænastustaðurin er á Giljanesi í Vágum.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

 

Umsóknir:

Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 14/06/2024, kl. 12.00.

Um tú hevur spurningar um starvið, ber til at ringja til Eyðun Anthoniussen, deildarleiðara, á tlf. 355600.

Søk starvið her. 

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaránum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu.  Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.