Sjóvinnustýrið hevur avgjørt ikki at kjósa Ársins skip í 2020.
Orsøkin er avleiðingarnar av Korona-farsóttinini. Í fleiri umførum hevur Sjóvinnustýrið givið reiðaríum longda freist til sýn, og samstundis er gildistíðin á skjølum hjá manning longd, tí manningin hevur ikki havt møguleika at taka kravd og endurnýggjandi skeið vegna bíðitíð hjá skeiðshaldarunum. Av somu orsøk vórðu færri havnastatseftirlit gjørd ein part av árinum.
Stigatalvan, sum ársins skip verður kjósað eftir, gevur skipum, sum ongar viðmerkingar fáa í havnastatseftirliti (Port State Control) besta karakter. Orsaka av avleiðingunum av Covid 19 vísir tað seg, at fleiri skip hava fult stigatal út frá nøkrum øðrum fortreytum enn undanfarin ár.
Tí hevur Sjóvinnustýrið valt ikki at kjósa Ársins skip 2020.
Sjóvinnustýrið hevur síðani 2013 kosið Ársins skip á hvørjum ári. Bæði føroysk og útlendsk reiðarí hava hesi árini verið við í oddinum. Vinnarar hava verið:
- 2019: Vinga Safir
- 2018: Fure Ferder
- 2017: Fure Nord
- 2016,Fure Nord
- 2015: Northern Ocean
- 2014: Norrøna
- 2013: Nordjarl