Í gjár, 26. september, var World Maritime Day, sum er eitt tiltak hjá IMO (International Maritime Organization), sum hevur til endamáls at varpa ljós á trygd á sjónum.
Hendan dagin heitir IMO á sjóvinufyrisitingar og onnur, ið fáast við sjóvinnu, at lýsa við bláum á bygningar ella onnur eyðkenni, sum hava við sjógvin at gera.
Á sosialum miðlum síggjast myndir frá tiltakinum undir felags frámerkinum #worldmaritime day
Her eru nakrar myndir av Sjóvinnustýrinum í bláum:
Sjóvinnustýrið, 27. september 2024