Sjóvinnubrævið nú er tøkt í talgildari útgávu. Hetta merkir, at um tú hevur eitt sjóvinnubræv, so sært tú tað nú í Skjáttuni – júst sum koyrikortið og samleikaprógvið.
Talgilda sjóvinnubrævið hevur sama gildi sum frumritið á pappíri og kann nýtast sum fullgilt prógv um førleikar og rættindi, bæði í Føroyum og uttanlands.
Tá sjóvinnubrævið verður endurnýggjað ella broytt, verða broytingarnar sjálvvirkandi dagførdar í Skjáttuni. Sostatt er sjóvinnubrævið altíð dagført, og tú hevur lætta og trygga atgongd til tað á fartelefonini.
Sjóvinnubrøv og førleikaprógv verða framvegis útskrivað á pappíri. Talgilda eintakið í Skjáttuni er ein eyka loysn. Sjóvinnustýrið arbeiðir við at menna skipanina soleiðis, at tað framyvir fer at bera til at velja pappírsprógvið frá.
Tá tú hevur tørv á at prenta sjóvinnubrævið út ella senda tað sum pdf, kanst tú taka tað niður á Vanganum. Far til tænastuveitarar og vel síðani Sjóvinnustýrið.






