Tað hevur verið mannagongd, at Sjóvinnustýrið skal vera til staðar, tá løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir á skipum. Men frá 1. mai 2024 kunnu løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir, uttan at Sjóvinnustýrið er til staðar. Broytingin verður m.a. gjørd fyri at lætta um arbeiðsgongdir hjá bæði undirveitara og myndugleika.
Undirveitarin skal prenta eitt eintak av støðufestisbókini at lata eigara/reiðara og senda Sjóvinnustýrinum eitt talgilt eintak við telduposti í pdf. Tað er sostatt ikki longur neyðugt at innsigla bókina á Sjóvinnustýrinum.
Sí eisini vegleiðing til øki 6.