Kunningarskriv - Mynstring og eftirlit við mynstringum.
Mynstring umborð á føroyskum fiskiskipum
Reiðara- og skiparaábyrgd
Sbrt. § 17 í lóg um manning av skipum nr. 63 frá 3. Juli 1998 hava reiðari og skipari ábyrgdina av, at manningin, ið mynstrar, lýkur tey til starvið settu krøvini. Tvs. útbúgvingar-, førleika- og vinnubrævakrøv og at kravd prógv eru umborð í frumriti.
Harafturat at dagført yvirlit er til skjals yvir øll starvsett sjófólk, teirra starv umborð, teirra heilsustøðu (bláu bók) og trygdarskeið
Hvør mynstrar
Sbrt. § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 9. Juni 1988 um mynstring, verður mynstrað, tá sjómaður tekur við ella fer úr starvi sínum umborð á einum føroyskum skipi.
Sbrt. § 1 í kunngerð nr. 2 frá 4. Januar 1994 um mynstring, er “mynstringarskylda á øllum skipum á 20 skrásett brutto tons ella meira og 20 brutto tons ella meira undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og ætlandi ikki eru meira enn 48 tímar heimanífrá. Stuttleikafør í strandasigling eru eisini undantikin”.
Eftirlitsmyndugleikin - hvat kann eftirlitsmyndugleikin krevja Eftirlit við mynstringum hevur ein mynstringarmyndugleiki (Vørn og sýslurnar), ið er ásettur av Føroya Landsstýri. Eftirlitsmyndugleikin skal hava eftirlit við, at lógarinnar reglur um manning verða hildnar. Mynstringarmyndugleikin kann krevja alla upplýsingar frá reiðara og skipara um manning og skip og harafturat gera tær kanningar, ið eru neyðugar fyri eftirlitið. Hetta framgongur av omanfyri lóg um mynstring §§ 6 og 7.
Sjóvinnustýrið er yvir mynstringarmyndugleiki sbrt. § 7 í omanfyri nevndu kunngerð um mynstring. Sjóvinnustýrið eigur eftir tørvi at gera yvireftirlit við mynstringum, tá hetta verður mett neyðugt. Yvireftirlit við mynstringum verður vanliga gjørt við at eftirkanna mynstringarlistar og manningarlistar. Sjóvinnustýrið hevur eisini heimild at gera nærri fyrisitingarligar reglur viðvíkjandi øllum mynstringarviðurskiftum.
Framferðarháttur, ið verður brúktur til at gera yvireftirlit eru stakroyndir av mynstringarlistum og manningarlistum. Hetta kann m.a. gerast:
- Á skrivstovuni hjá Sjóvinnustýrinum
- Umborð á skipum
- Á skrivstovuni hjá reiðaranum
Um Sjóvinnustýrið kemur frá á mynstringarviðurskifti, ið ikki tykjast at verða í lagi far reiðarin í fyrstu atløgu boð um at fáa mynstringarviðurskiftini í rættlag.
Um Sjóvinnustýrið eftirfylgjandi kemur fram á, at mynstringarviðurskiftini framvegis ikki eru komin í rættlag kann revsifyriskipan verða sett í verk - víst verður til revsifyriskipan:
§§ 24, 25 og 26 í Løgtingslóg um manning av skipum nr. 63 frá 3. Juli 1998 við seinni broytingur og§ 8 í Løgtingslóg nr. 67 frá 9. Juni 1988 um mynstring við seinni broytingum
Sjóvinnustýrið, hin 6. mars 2015