Umsóknir um loyvisbrøv til føroysk skip skulu sendast Sjóvinnustýrinum.
Eftir at málsøkið sjórættur varð yvirtikið sum føroysk sermál ólavsøkudag í ár, er tað nú Sjóvinnustýrið sum útgevur CLC-, bunkers-, vrak-, og Athen loyvisbrøv.
Mælt verður til at søkja í góðari tíð innan 20. februar ella innan loyvisbrævið fer úr gildi.
Skip, ið skulu hava loyvisbræv, mugu ikki fara í sigling uttan galdandi loyvisbræv.
Blue Cards/tryggingaskjøl skulu vera stílað Sjóvinnustýrinum:
Faroese Maritime Authority
á Hillingatanga 2
FO-360 Sandavágur
Umsóknir skuldu sendast til fma@fma.fo
Bunkers-loyvisbræv: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkers-loyvisbræv umborð. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju.
Umsóknarblað: Bunkers-loyvisbræv
CLC-loyvisbræv: Øll tangaskip yvir 2000 BT skulu hava CLC-loyvisbræv. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.
Umsóknarblað: CLC-loyvisbræv
Vrak-loyvisbræv: Øll skip, 300 BT ella meira skulu hava eitt vrak-loyvisbræv. Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur teknað trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.
Umsóknarblað: Vrak-loyvisbræv
Athen-loyvisbræv: Ferðafólkaskip í altjóða sigling og ferðafólkaskip í flokki A og B í innanoyggjasigling skulu hava eitt Athen-loyvisbræv, sum staðfestir, at skipið hevur trygging hjá góðkendum tryggingarveitara, sum veitir endurgjald fyri skaðar á ferðafólk og ognarlutir teirra.
Umsóknarblað: Athen-loyvisbræv
Samlað umsókn
Mælt verður til, at reiðarí við fleiri skipum gera eina samlaða umsókn.
Flestu tryggingarskjøl ganga út 20. februar, sum er endin á maritima tryggingarárinum, og tí ganga eisini flestu loyvisbrøv út samsvarandi. Hetta merkir, at Sjóvinnustýrið fer at fáa nógvar umsóknir, og hetta kann elva til longri viðgerðartíð. Tí verður mælt til at søkja um loyvisbrøvini í góðari tíð áðrenn tey ganga út.
Sjóvinnustýrið hevur undangóðkent tryggingarfeløg, sum eru limir í International Group of P&I Clubs og tryggingarskjøl (Blue Cards), sum hesi tryggingarfeløg geva út.
Onnur tryggingarfeløg og teirra tryggingarskjøl (Blue Cards) verða góðkend fyri 1 ár í senn, og tey skulu tí endurnýggjast eina ferð árliga. Góðkenningartilgongdin kann í summum førum taka tíð, og tí verða reiðarí við tryggingarskjølum frá tryggingarfeløgum, sum ikki eru limur í hesum felagsskapi, eisini biðin um at søkja í góðari tíð.





