• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

12 pláss upp á hvíta lista

Føroyska flaggið farið 12 pláss upp á hvíta lista hjá Paris MoU

Frágreiðingin frá Paris MoU fyri 2014 er nú løgd út á heimasíðu teirra. Saman við hesum tíðindabrævi senda vit leinkju, ið vísir yvirlit yvir fløggini á hvíta listanum.

Sjóvinnustýrið hevur fylgt neyvt við støðuni hjá føroyska flagginum á hvíta listanum hjá Paris Mou. Hvar á listanum tey ymisku fløggini enda, boðar Paris MoU frá á hvørjum ári. Listin hjá Paris MoU fyri 2014, er akkurát givin út og føroyska flaggið er at finna á 26. plássi, t.v.s. ein framgongd á 12 pláss. Onki afturhald á nakað FAS skip varð framt í 2014 og hetta er ein av orsøkunum til góða úrslitið. 26. pláss við EF talinum -0,91 er stór framgongd hjá føroyska flagginum, sum á listanum fyri 2013 lá á 38. plássið við EF talinum -0,50. Sostatt er støðan nógv batnað tey seinastu árini og vit eru sera væl nøgd við framgongdina.

Listin hjá Paris Mou fyri 2014 er at finna her: White list

Nýtt hert eftirlit – CIC (“Concentrated Inspection Campaign”):
Fyrst í juni í ár boðaði Paris MoU frá, at teir, saman við Tokyo MoU fara í holt við nýtt hert eftirlit. Frá september til november í ár verður dentur lagdur á , at manningin skal hava kunnleika til at handfara støður í afturlatnum rúmum (Enclosed Space Entry).

Herda eftirlitið hjá Paris MoU í 2014, viðvíkjandi hvílutíð, gjørdi, at 912 viðmerkingar vórðu gjørdar og 16 skip vórðu afturhildin, vegna brot á ásetingarnar um hvílutíð. Tó var onki føroyskt skip afturhildið.

Paris MoU hevur boðað frá, at í 2016 verður hert eftirlit innan MLC, har serligur dentur verður lagdur á rættindi, arbeiðs- og liviumstøður hjá manningini umborð á skipum.

Niðurstøða: Eins og undanfarin ár er mál okkara at flyta okkum uppeftir á hvíta listanum hjá Paris MoU. Sostatt fer Sjóvinnustýrið við hesum at áleggja rakstrarfeløgum at trygga sær, at manning eins og innanhýsis eftirlitsfólk syrgja fyri, at viðurskiftini umborð eru í samsvari við ásetingarnar, soleiðis at onki føroyskt skip kann verða afturhildið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Hans Jóhannes á Brúgv á tlf. 355600 ella við tposti til fma@fma.fo