BUNKERS- CLC- ATHEN- OG VRAKCERTIFIKAT
Til ber at søkja um certifikat á heimasíðuni hjá Søfartsstyrelsen – sí leinki
Bunkercertifikat: Øll skip, 1000 BT ella yvir, skulu hava Bunkerváttan umborð. Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju.
Talgild Umsókn um Bunkercertifikat
CLC-certikfikat: Øll tangaskip yvir 2000 BT skulu hava CLC-certifikat. CLC-váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av oljulastini.
Talgild Umsókn um CLC-certifikat
Vrakcertifikat: Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd, fyri burturbeinan av skipsvraki.
Talgild Umsókn um Vrakcertifikat
Athencertifikat: Galdandi fyri ferðafólkaskip í Altjóða sigling Váttanin staðfestir, at skipið hevur teknað trygging hjá góðkendum tryggingarfelag, sum veitir trygd fyri ferðafólkum og teirra viðføri í ferðafólkasigling.
Talgild Umsókn um Athencertifikat
Sjóvinnustýrið 23. desember 2016