• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Frítíðarbátarnir eru gamlir

Hóast fleiri nýggj stuttleika- og frítíðarfør eru komin til seinastu 10 árini, so vísa tøl hjá Sjóvinnustýrinum, at miðalaldurin á frítíðarførum í Føroyum er høgur og hækkandi.

Í 2024 er miðalaldurin á føroyskum frítíðarførum 42 ár. Av teimum 2771 førunum í flotanum eru 1414 teirra millum 31 og 50 ár. Merkisvert er eisini, at 17 føroysk frítíðarfør eru yvir 100 ára gomul.

Einki regluverk var fyri frítíðarbátar fyrr enn í 1994, tá ES setti í gildi ein frítíðarbáta-standard. Tað eru tí bara bátar yngri enn 30 ár, sum eru bygdir sambært hesum standardi. Sum vit síggja, so eru meginparturin av føroysku frítíðarbátunum eldri enn 30 ár.

Tøl frá Vørn siga, at tað vóru boð eftir bjargingarfeløgunum 44 ferð at sleipa bátar til lands í 2023. Tá er talan um bæði frítíðarbátar og vinnufør.