Ætlar tú tær at mynstra eftir 1. januar 2017?
Sjóvinnustýrið skal við hesum gera vart við, at krøvini til at fáa ávís sjóvinnubrøv við handilsskipum verða herd 1. januar 2017. Sjóvinnustýrið heitir staðiliga á øll føroysk sjófólk sum hava tørv á niðanfyrinevndu sjóvinnubrøvum um at lesa nærri um krøvini og seta seg í samband við okkum beinanvegin.
Tey sjófólk, sum ynskja at tryggja sær, at sjóvinnubrævið verður útskrivað áðrenn 1. januar 2017 sambært STCW 2010, mugu søkja um sjóvinnubræv áðrenn 1. september 2016, annars kann Sjóvinnustýrið ikki tryggja, at sjófólk fáa sjóvinnubrævið áðrenn 1. januar 2017.
Sí nærri kunning:
- Fulltiknar dekkarar
- Fulltiknar motormenn
- Skipselektrikarar
- Skipskokkar
- Maskinistar og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving
- Maskinmeistarar
- Heimaskiparar
- Skiparar
- Skipsførarar
- Vaktarhaldsprógv
- GOC radioprógv
Mynstring sum fulltikin dekkari eftir 1. januar 2017
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk, sum gera tænastu sum fulltikin dekkari við havfarandi handilsskipum til støddar 500 BT ella meira, hava førleikaprógv sum fulltikin dekkari.
Hetta merkir, at sjófólk, sum ikki hava neyðugu førleikaprógvini 1. januar 2017, ikki kunnu mynstra sum fulltikin dekkari á omanfyrinevndu skipum.
Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.
Mynstring sum fulltikin motormaður eftir 1. januar 2017
Eftir 1. januar 2017 skulu sjófólk sum gera tænastu sum fulltikin motormaður við havfarandi handilsskipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira hava førleikaprógv sum fulltikin motormaður.
Hetta merkir, at sjófólk, sum ikki hava neyðugu førleikaprógvini eftir 1. januar 2017, ikki kunnu mynstra sum fulltikin motormaður á omanfyrinevndu skipum.
Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.
Mynstring sum skipseletrikari eftir 1. januar 2017.
Førleikaprógv sum skipselektrikari – STCW III/7
Fyri at fáa førleikaprógv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW III/7 og 3 mánaðir siglingartíð við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira. Siglingartíðin skal vera innan fyri elektrikaraarbeiði ella maskintænastu.
Gevið gætur! Fram til 1. januar 2017 kunnu sjófólk, sum ikki hava skeið sbrt. STCW III/7, men sum hava 12 mánaðir siglingartíð sum skipselektrikari ella innan maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kortini fáa førleikaprógv sum skipselektrikari.
Nærri kunning um krøv til førleikaprógvið síggjast her.
Sjóvinnubræv sum skipseletrikari – STCW III/6
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipselektrikari eru krøvini, at umsøkjari hevur skeið sbrt. STCW kap. III/6, yrkisútbúgving við sveinabrævi sum elektrikari og 12 mánaðir elektrikaraarbeiði ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira.
Gevið gætur! Fram til 1. januar 2017 kunnu sjófólk, sum ikki hava skeið sbrt. STCW III/6, men sum hava í minsta lagi 24 mánaðir elektrikaraarbeiði ella maskintænastu við havfarandi skipum við framtøkumegi á 750 kW ella meira, kortini fáa sjóvinnubræv sum elektrikari.
Nærri kunning um krøv til sjóvinnubrævið síggjast her.
Mynstring sum skipskokkur eftir 1. januar 2017.
Vegna herd krøv til skipskokkar eftir 1. januar 2017, heitir Sjóvinnustýrið staðiliga á øll sjófólk, ið sigla sum skipskokkar uttan sjóvinnubræv, um at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið beinanvegin.
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum verður kravið, at umsøkjari hevur sveinabræv innan kokkayrkið.
Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum verður kravið, at umsøkjari hevur staðið útbúgving sum gastronomatstøðingur.
Tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv sum skipskokkur áðrenn herdu krøvini verða sett í gildi (1. januar 2017) varðveita síni rættindi og kunnu tískil endurnýggja sjóvinnubrævið uttan at hava staðið omanfyrinevndu útbúgvingar (sveinabræv innan kokkayrkið ella gastronomatstøðingur)
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Mynstring sum maskinistur og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving eftir 1. januar 2017.
Sjóvinnustýrið skal hervið gera vart við, at sjófólk við sjóvinnubrævi sum maskinyvirmaður, ið skal mynstra við handilsskipum yvir 1.000 V eftir 1. januar 2017, skulu hava STCW III/6 átekning á sjóvinnubræv teirra.
Hendan áseting verður eisini kallað háspenningur ella elektrotøkni. Átekningin III/6 verður krav eftir 1. januar 2017 fyri maskinyvirmenn við handilsskipum. Tískil heitir Sjóvinnustýrið á teir maskinistar og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving, sum sigla við handilsskipum yvir 1.000 V um at seta seg í samband við avvarðandi skeiðsveitara fyri at tekna seg til skeiðið og síðan venda sær til Sjóvinnustýrið at fáa átekningina á sjóvinnubrævið.
Harumframt skulu maskinistar við útbúgving áðrenn 2015 og maskinmeistarar við 2 ára útbúgving hava skeið í ERM. Maskinmeistarar við 2 ára útbúgving, ið hava fingið sjóvinnubræv sum maskinstjórar og hava 12 mánaðir siglingartíð seinastu 5 árini sum maskinstjórar, eru undantiknir at taka ERM skeið.
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Mynstring sum maskinmeistari eftir 1. januar 2017.
Maskinmeistarar lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.
Gev gætur, at søkjast kann ikki um sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi. Tó kunnu tey sjófólk, sum hava sjóvinnubræv, sum skipsmaskinmeistari á 2. stigi søkja um endurnýggjan av hesum sjóvinnurbrævi, meðan siglt verður upp til skipsmaskinmeistara á 1.
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Mynstring sum heimaskipari eftir 1. januar 2017.
Heimaskiparar skulu hava skeið í ECDIS fyri at fáa sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Mynstring sum skipari eftir 1. januar 2017.
Skiparar við útbúgving áðrenn 2015 skulu hava skeið í BRM. Er útbúgvingin frá áðrenn 2006, krevst eisini skeið í ECDIS.
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Mynstring sum skipsførari eftir 1. januar 2017.
Skipsførarar við útbúgving frá 2006 ella seinni lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW 2010. Skipsførarar við útbúgving fyri 2006 skulu hava skeið í ECDIS.
Nærri kunning um krøv til ávísu sjóvinnubrøvini síggjast her.
Møguleiki er at útskriva avmarkað sjóvinnubrøv, t.e. sjóvinnubræv uttan ARPA og ECDIS.
Sjófólk við brúgvavakt og maskinvakt
Sjófólk, sum hava vaktarhaldsprógv (brúgvavakt ella maskinvakt) II/4 ella III/4 frá Sjóvinnustýrinum, verða biðin um at tryggja sær, at tað ikki stendur víst til tann gamla STCW sáttmálan frá 1995 á førleikaprógvinum. Um tað stendur “as amended in 1995” á tínum vaktarhaldsprógvi, verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið, soleiðis at hetta kann broytast.
Sjófólk, sum hava GOC radioprógv frá Sjóvinnustýrinum, verða biðin um at tryggja sær, at tað ikki stendur víst til tann gamla STCW sáttmálan frá 1995 á førleikaprógvinum. Um tað stendur “as amended in 1995” á tínum GOC radioprógvi, verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið, soleiðis at hetta kann broytast.
Tá ið søkjast skal um STCW 2010 sjóvinnubræv:
Hevur tú fingið sjóvinnubræv útskrivað eftir 1. juli 2012 og skal hava nýtt STCW 2010 sjóvinnubræv, er bert neyðugt at senda Sjóvinnustýrinum gamla sjóvinnubrævið, galdandi heilsuprógv og flyta kr. 500 á konto hjá Sjóvinnustýrinum. Eru onnur kravd skeiðsprógv fyri útbúgvingina, skulu tey fylgja við. Nýtt vinnubræv verður ikki handað út, áðrenn peningurin er á konto. Tó er ikki neyðugt at gjalda av nýggjum hjá teimum, ið hava fingið sjóvinnubrævið útskrivað eftir 1. jan. 2014.
Teir umsøkjarar, sum ikki hava latið Sjóvinnustýrinum avrit av prógvi frá sjómansskúla, verða bidnir um at senda eitt avrit av hesum saman við umsókn um umbýting av sjóvinnubrævi.
Allir aðrir umsøkjarar skulu sum vanligt senda avrit av øllum viðkomandi skjølum saman við umsóknini umframt kravdu skeiðunum.
Gevið gætur, at STCW 2010 setur harumframt krav fram um ymisk onnur skeið. Hesi eru tó ikki treyt fyri at fáa sjóvinnubræv og verða tí ikki nevnd í hesum tíðindabrævi. Tó kann væntast, at reiðaríini fara at seta fram krav um hesi skeið.