Sjóvinnustýrið heitir nú á navigatørar, sum hava eitt GMDSS radioprógv, sum Sjóvinnustýrið hevur útskrivað, ið hevur eina átekning sambært STCW sáttmálanum frá 1995, um at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið.
Um tú hevur eitt GMDSS radioprógv, har tað stendur, at tað er útgivið sambært STCW sáttmálanum frá 1978 við seinni broytingum (1978, as amended), nýtist tær ikki at seta teg í samband við Sjóvinnustýrið.