• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Barlastsáttmálin í gildi

Nú barlastsáttmálin frá 2004 kemur í gildi 1. september 2017, mugu flest øll skip í heiminum fáa eina reinsiskipan til barlastvatn umborð á skipið.

Bíðað hevur verið eftir, at nóg nógv lond/tonnaga hava tikið undir við sáttmálanum, og tað hendi í gjár, tá Finland tók undir við sáttmálanum,

Reiðarar hava leingi fyrireikað seg til hetta og hava nú eina freist uppá 5 ár at fáa eina góðkenda skipan umborð.

Endamálið við sáttmálanum er at fyribyrgja spjaðing av skaðiligum djóra- og plantusløgum, sjúkuelvandi verum o.ø., sum við barlastvatni kunnu verða førd úr einum havøki og í annað kring allan heim.

Fleiri enn 60.000 skip kring heimin verða rakt av reglunum í sáttmálanum um barlastvatn.

Reglurnar raka at kalla øll skip í FAS-skipanini, men fara tó ikki at raka øll skip undir føroyskum flaggi ella øll skip, sum sigla í føroyskum havøki.

Sum dømi um skip, sum ikki verða rakt av nýggju reglunum, kunnu nevnast:

  • Skip, sum ikki eru bygd til at brúka barlastvatn
  • Skip, sum bara brúka sama barlastvatn í afturlatnum tangum
  • Skip, sum bara sigla innanfyri føroyskt sjó-, og fiskimark
  • Skip undir føroyskum flaggi, sum einans sigla í sjógvi undir løgræði hjá einum ávísum landi og út á opið hav, um hetta ávísa land ikki ásetur aðrar strangari reglur
  • Skip, styttri enn 50 m við tangum til barlastvatn, sum ikki rúma meira enn 8 rúmmetrar, og sum einans verða brúkt sum stuttleikafør
  • Skip, sum at kalla einans verða brúkt til leiting og bjarging
  • Hernaðarskip og onnur skip, so sum hjálpar- og sjúkhússkip, sum eitt land eigur ella rekur

Sjóvinnustýrið, 9. sept. 2016