Tann 1. juni í 2020 gjørdist tað ólógligt hjá skipum í innanoyggja sigling at beina burtur óviðgjørt kloakkspillivatn. Eftir hendan dato skal alt kloakkspillivatn verða malið og sóttreinsað, áðrenn tað verður burturbeint.
Hetta er galdandi fyri skip í innanoyggja sigling, størri enn 400 BT, ella skip góðkend til fleiri enn 15 ferðafólk.
Í § 4 í kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø. frá 25. november 2005, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 18. september 2017 er ásett, at:
Burturbeining av kloakkspillivatni frá nýggjum skipum, og havstøðum, er bannað, sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan, uttan so at:
- Kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan, og spillivatnið ikki gevur sjónliga slóð í sjónum, ella
- kloakkspillivatnið er malið og sóttreinsað í góðkendari skipan, og burturbeiningin fer fram í minsta lagi 3 fjórðingar úr næsta landi, ella
- kloakkspillivatnið verður burturbeint í minsta lagi 12 fjórðingar úr næsta landi. Verður kloakkspillivatn tømt úr kloakktanga skal hetta gerast meðan skipið siglir við í minsta lagi 4 fjórðingum um tíman.
Undantak frá hesi reglu varð givið í § 4 a, sum sigur, at omanfyristandandi ikki er galdandi fyri skip, sum einans sigla innanoyggja í Føroyum. Hesi skip hava kunnað burturbeint óviðgjørt kloakkspillivatn, um burturbeiningin er gjørd so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir, og í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum.
Men § 4 a, stk. 2 ásetir, at tað eftir 1. juni 2020 er bannað at burturbeina kloakkspillivatn, sum ikki er malið og sóttreinsað.
Sostatt er tað nú ólógligt hjá skipum í innanoyggja sigling at beina burtur óviðgjørt kloakkspillivatn.
Nærri kunning um kloakkspillivatn frá skipum kann fáast frá Umhvørvisstovuni á tlf. 342400 ella við at skriva til us@us.fo