• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Áheitan á føroysk sjófólk við føroyskum sjóvinnubrøvum

Nýggj krøv til sjóvinnubrøv sambært STCW sáttmálanum koma í gildi tann 1. januar 2017.
Eftir 1. januar 2017 skulu øll sjófólk, bæði brúgvayvirmenn og maskinyvirmenn, hava eitt
STCW áteknað sjóvinnubræv eftir STCW Manila 2010 sáttmálanum. Í hesum sambandi heitir Sjóvinnustýrið á sjófólk, sum hava føroysk sjóvinnubrøv sambært STCW 95 sáttmálanum um at kunna seg um treytirnar í samband við tey krøv, sum verða sett til sjóvinnubrøvini frá 1. januar 2017.

Sí meira kunning her:
Nýggj kunngerð lýst
Kunning um STCW 2010

Krøvini eru tó ikki til brúgvayvirmenn við fiskiskipum. Sjóvinnubrøvini til brúgvayvirmenn
við fiskiskipum verða útskrivað sambært STCW-F sáttmálanum.
Av tí at talan er um nógv føroysk sjófólk og nógv sjóvinnubrøv, sum fara úr gildi tann 31.
desember 2016, verður heitt á sjófólk um at søkja um sjóvinnubræv sambært STCW 2010
sum skjótast. Verða skeiðskrøv sett til sjóvinnubrævið, verður heitt á sjófólk um at seta seg í samband við skeiðsveitara, sum skjótast fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Sjóvinnustýrið er nú á fyrsta sinni farið at útskriva sjóvinnubrøv til skipselektrikarar og
førleikaprógv til skipselektrikarar, fulltiknar dekkarar, skipsatstøðarar og fulltiknar
motormenn. Sjóvinnustýrið heitir á sjófólk um at søkja um hesi sjóvinnbrøv ella
førleikaprógv í góðari tíð, tá ávís bíðitíð kann væntast. Viðgerðartíðin á Sjóvinnustýrinum er skiftandi. Sjófólk hava møguleika at kunna seg um longdina á viðgerðartíðini á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, www.fma.fo.