• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Føroyar detta 2 pláss á Hvítalista

Paris MoU hevur dagført avrikslistan fyri flaggstatir, og Føroyar eru hesaferð á nr. 30 á listanum. Tað er tvey pláss verri enn í fjør, tá vit vóru nr. 28.

Lægra plaseringin í ár er tó ikki orsakað av verri úrslitum hjá føroyskum skipum. Tað er lutfallið millum talið av eftirlitum og afturhaldum, sum er broytt. Eisini hava onnur lond á listanum betra seg og hava tí fingið eina betri plasering.

Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta skip í FAS eru kannaði og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. Føroysk skip eru kannaði 219 ferð í hesum tíðarskeiðinum, og 4 afturhald hava verið. Í tíðarskeiðinum sum var grundarlag fyri seinasta lista, vórðu føroysk skip kannaði 240 ferð, og somuleiðis vóru 4 afturhald. Tað eru 72 skip í FAS.

FAS hevur verið á Hvítalista fyri flaggstatir síðani 2011. Í hesum tíðarskeiði hava vit flutt okkum millum 26’inda pláss og 39’inda pláss.

Á hvørjum ári hevur Sjóvinnustýrið átakið “Ársins Skip”, sum skal  eggja reiðaríium og manningum í FAS at fyribyrgja afturhaldi. Skipið við fæst feilum og eftirlitum verður lønt við einum heiðursbrævi og Sjóvinnustýrið kunnger vinnaran í miðlunum. Reiðarí og manningar hava tikið væl ímóti hesum átaki, og tað er okkara greiða fatan, at hetta átakið er við til at betra um góðskuna um borð á føroyskt flaggaðum skipum.

Ársins listi hjá Paris MoU sæst her (Tíðarskeiðið 2020-2022)

Listin frammanundan sæst her (Tíðarskeiðið 2019-2021)

Sjóvinnustýrið, 21. juni 2023