Flutningur av elbilum við skipum
Talið av elbilum veksur støðugt, eisini í Føroyum. Tí veksur tørvurin at flyta hesar bilar við skipum eisini. Hetta setir nýggj krøv til vitan og mannagongdir, tí royndir vísa, at avbjóðingarnar at sløkkja battaríeldar um borð á skipum eru enn størri, enn tær eru á landi.
Fyri reiðaríini eru hetta nýggir vandar, sum skulu greinast og handfarast á ein tryggan og forsvarligan hátt.
Hóast eldur í el-bilum er sjáldsamt í mun til eldar í vanligum bilum, so vita vit, at battaríeldar eru torførir at sløkkja og kunnu kykna aftur langa tíð eftir at teir, at vísa seg, eru sløktir. Eitt brennandi battarí kann lata frá sær eitrandi gass, sum kann gera sløkkiarbeiðið á dekkinum trupult.
Vitanin á økinum er vaksandi, men enn er IMO ikki klárt við altjóða reglugerðum ella leiðbeining á økinum. EMSA, sum er maritimi trygdarstovnurin hjá ES, hevur í 2022 gjørt eina vegleiðing, sum kann lesast niðanfyri.
Ábyrgd og skyldur hjá reiðaríi
Áðrenn el- og hybridbilar verða tiknir um borð á skip, má reiðaríið greina og taka støðu til teir serligu vandar, sum kunnu standast av at hava el-battarí á bildekkinum. Fyri hvørt skip skal gerast ein serlig váðameting, undir hesum hvar bilarnir skulu setast og møguliga løðast, og eld- og rýmingartilbúgvingin umborð skal lýsast.
Strategi og útgerð
Skipini hava longu ymsar møguleikar at sløkkja eldar umborð, og framleiðarar arbeiða støðugt við serligum loysnum til at sløkkja eld í elbilum. Reiðaríini skulu velja sløkkiútgerð samsvarandi váðametingini og mannagongdunum fyri skipið.
Arbeiðið hjá Sjóvinnustýrinum
Sjóvinnustýrið fylgir væl við menningini á økinum og samskiftir við reiðaríini um tryggan flutning av el- og hybridbilum við skipum.
Sjóvinnustýrið fylgir eisini væl við tí sum hendur á altjóða (IMO) og ES-støði á hesum øki, og Sjóvinnustýrið fer áhaldandi at kunna viðskiftafólk um tað, sum kemur undan kavi í hesum arbeiði her á síðuni.
So skjótt sum reglur fyri el- og hybridbilar koma í gildi altjóða (IMO) og í ES, fer Sjóvinnustýrið at arbeiða við at verkseta hesar í samstarvi við vinnuna.
Vegleiðingar
Her hava vit savnað saman ta vitan og tær vegleiðingar, sum eru gjørdar á økinum:
EMSAs guidance/vegleiðing sum varð almannakunngjørd í mai 2022
Vejledning om redningsberedskabets indsats ved brande i el- og hybridbiler (2021) sum Beredskabsstyrelsen hevur gjørt saman við Danske Beredskaber.
Projekt om elektriske køretøjsbrand til søs (Elbas). Verkætlan hjá Dansk Brand- og Sikringsinstitut.
Faldari við verandi vitan (2022), sum Danska Beredskabsstyrelsen hevur savnað saman um vandar og innsats, tá eldur kemur í el- og hybridbilar.
Vegleiðing hjá UK um elbilar og ferjur