• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Bakkanes skrásett í FAS

Bakkafrost hevur í dag skrásett skipið "Bakkanes" í FAS. Skipið er fyrrverandi "Viking Athene", sum er bygt í Noregi í 2005 og er 2469 BT til støddar. Skipið skal vera systurskip hjá Martin XPOP, sum varð keyptur í 2016.
Les meira

Sjóvinnustýrið kjósar ikki ársins skip 2020

Sjóvinnustýrið hevur avgjørt ikki at kjósa Ársins skip í 2020. Orsøkin er avleiðingarnar av Korona-farsóttinini.  Í fleiri umførum hevur Sjóvinnustýrið givið reiðaríum longda freist til sýn, og samstundis er gildistíðin á skjølum hjá manning longd, tí manningin hevur ikki havt møguleika at taka kravd og endurnýggjandi skeið vegna bíðitíð hjá skeiðshaldarunum. Av somu orsøk vórðu…
Les meira

3000 sjóvinnubrøv endurnýggjast í ár

Sjóvinnustýrið heitir á øll sjófólk, hvørs sjóvinnubrøv ganga út í 2021, um at søkja um endurnýggjan í góðari tíð. Roknast kann við eini viðgerðartíð á 4-6 vikur restina av árinum. Orsøkin til longdu viðgerðartíðina er, at í 2016 skuldu meira enn 3000 sjófólk endurnýggja sær pappírini vegna broytingar í altjóða sáttmálunum fyri sjóvinnubrøv til handilsskip.…
Les meira

Føroysk fiskiskip skulu hava vrakváttan umborð

Nairobisáttmálin krevur, at skip til støddar 300 BT ella meira, sum sigla til ella frá londum, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu hava váttan/sertifikat umborð, sum vísir, at tey hava trygging, sum fevnir um reiðarans ábyrgd fyri burturbeinan av skipsvraki. Váttanin fæst við at venda sær til ein av flaggstatunum, sum hava tikið undir við sáttmálanum.…
Les meira