• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Føroyar 3 pláss fram á Hvítalista

Føroyar taka seg fram á árliga listanum hjá Paris MoU yvir flaggstatir og eru nú nr. 28 á listanum yvir sonevnd hvít fløgg. Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu vit á 39. plássi. Plássið á listanum er grundað á eftirlit og afturhald av skipum…
Les meira

Starvsdagar í Sjóvinnustýrinum

Tríggir trúfastir starvsfelagar heiðraðir Hesi trý hava starvast í Sjóvinnustyrinum í meira enn 68 ár tilsamans. Sunneva Davidsen hevur myndað Skipaskrásetingina undir fleiri ymiskum stovnum, og Conny Lauritzen og Jákup Poulsen hava verið við síðani Skipaeftirlitið varð yvirtikið í 2002. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við starvsdegnum og vóna, at tey halda fram í…
Les meira

Nordic Crystal er nýtt skip í FAS

Farmaskipið Nordic Crystal er nú skrásett í FAS. Tað er Sp/f Thun Føroyar, ið eigur skipið. Nordic Crystal er spildurnýtt general cargo/multipurpose skip, bygt á hollendsku Ferus Smit skipasmiðjuni í 2022. Sp/f Thun hevur 9 onnur skip skrásett í FAS.
Les meira

Nýtt skip í FAS: Hav Brim

Hav Brim er í dag skrásett í FAS. Skipið, ið Navigare Shipping í Søldarfirði eigur, er 2.998 BT til støddar og er bygt í Spania í 2008. Hetta er fjúrtanda skipið hjá Navigare í Føroya Altjóða Skipaskráseting. Vælkomin í FAS og blíðan byr!
Les meira