• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Nýggj útbúgvingar- og førleikakrøv til manning við LNG-skipum

Kunngerð um serlig førleikakrøv til manning við skipum, sum nýta gass ella annað brennievni við lágum flammupunkti sum drívmegi (LNG) varð sett í gildi 1. juli 2018. Í kunngerðini er ásett, at skiparin hevur skyldu at tryggja, at øll sjófólk umborð fáa eina vegleiðing um skipið og útgerðina umborð í tilknýti til teirra arbeiðsuppgávur umborð.…
Les meira

Herd førleikakrøv til sjófólk, ið sigla í Pólhøvum

Kunngerð um førleikakrøv til manning við skipum, ið sigla í Pólhøvum varð sett í gildi 1. juli 2018. Hetta hevur við sær, at brúgvayvirmenn við skipum, ið sigla í pólhøvum, skulu hava førleikaprógv til tænastu við hesum skipum. Harafturat er ásett, at skipari og yvirstýrimenn á nevndu skipum, skulu hava leiðaraprógv. Krøvini eru galdandi fyri…
Les meira

Sjóvinnustýrið endurnýggjað góðskugóðkenning

Fólk frá danska góðskufelagnum, Force Certification A/S, hava seinastu dagarnar verið á Sjóvinnustýrinum og kannað, um stovnurin lýkur neyðugu ISO 9001:2015 dygdarkrøvini. Úrslitið var, at góðkenningin verður endurnýggjað uttan frávik. Góðskugóðkenningin verður sostatt longd til 1. september 2019. Sjóvinnustýrið fegnast um góða úrslitið, tí eitt stórt arbeiði er seinastu tíðina lagt í at umskipa dygdarskipanina…
Les meira

Tíðindaskriv: Ársins Skip 2017

FURE NORD er Ársins Skip 2017 Sjóvinnustýrið boðar frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2017. Hetta er annað árið á rað, at FURE NORD er kosið ársins skip. Á øðrum plássi eru M/V FUREVIK, M/V TÓRSBORG og M/V ELDBORG. Sjóvinnustýrið gevur eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum…
Les meira