• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Tíðindi

Hav Nes er Ársins skip 2021

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist HAV NES hjá Navigare Shipping. Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru LISTERVIK og SJÓBORG. Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.…
Les meira

ES: Umhvørvisátøk á veg fyri shipping-vinnuna

Sjóvinnustýrið endurgevur her tíðindaskriv frá DNV um átøk, sum ES ætlar at seta í verk fyri shipping vinnuna. Tíðindaskrivið á enskum kann lesast her. 14. juli 2021 kunngjørdi Evropeiska Kommissiónin “Fit for 55” pakkan, sum eru uppskot, sum skulu minka um samlaða Co2-útlátið hjá ES við 55% áðrenn 2030. Shipping-vinnan stevnir tí ímóti strangari ES-reglum.…
Les meira

Herd krøv um útlát frá skipum

Altjóða krøvini til handilsskipaflotan um útlát verða munandi herd næstu árini. Tað er ein beinleiðis avleiðing av IMO-ráðstevnuni MEPC 76, sum varð hildin í juni, og sum broytti og herdi sonevnda MARPOL-sáttmálan, ið skal verja ímóti dálking av havumhvørvinum, sum stavar frá skipum ella øðrum virksemi á sjónum. Fyri Føroyar merkja avleiðingarnar av MEPC 76,…
Les meira