• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Category Archives: Ikke kategoriseret

Løgfrøðingur til Sjóvinnustýrið

Sjóvinnustýrið søkir eftir dugnaligum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð innan sjóvinnuøkið, so er hetta kanska eitt starv fyri teg. Starvsøki  Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar…
Les meira

Spiken er spildurnýtt skip í FAS

Svenska Thunbolaget hevur aftur valt at skráseta ein nýbygningí FAS. Talan er um plug-in hybrid farmaskipið Spiken, sum er 2926 BT til støddar. Hetta er sama slag av skipi sum Lidan, sum varð skrásett í FAS 30. september í ár. Hybrid-skipanin er eitt battarí, sum minkar um brúkið av hjálpimotorum og minkar munandi um útlátið.…
Les meira

Føroyar detta 2 pláss á Hvítalista

Paris MoU hevur dagført avrikslistan fyri flaggstatir, og Føroyar eru hesaferð á nr. 30 á listanum. Tað er tvey pláss verri enn í fjør, tá vit vóru nr. 28. Lægra plaseringin í ár er tó ikki orsakað av verri úrslitum hjá føroyskum skipum. Tað er lutfallið millum talið av eftirlitum og afturhaldum, sum er broytt.…
Les meira