Kunning um sýn, skoðan og dokk í sambandi við COVID-19
Hendan kunning snýr seg um órógv ella seinkan í lógarásettum skipasýnum ella skoðanum, sum er orsakað av, at sýnsmaður ikki er tøkur til tíðina ella á annan hátt er ávirkaður í sínum virki av COVID-19. Dømi um hetta er, at sýnsfólk ikki kunnu ferðast, og at skipasmiðjur ikki eru førar fyri at nøkta tørvin.
Seinkað sýn ella skoðanir (skip og bátar yvir 24 m, í klassa)
Í teimum førum har sýnsfólk, orsakað av Covid-19, ikki eru før fyri at gera arbeiðið til ásettu tíð, skal klassin venda sær til Sjóvinnustýrið fyri at fáa longt gildistíðina. Við umsóknini skal fylgja eitt uppskot um, hvussu klassin hugsar sær málið loyst.
Sjóvinnustýrið vil í hvørjum einstøkum føri meta, um tað er møguligt og neyðugt at gera frávik og leingja gildistíðina.
Seinkað dokk
Hevur reiðarí, orsakað av Covid-19, ikki møguleika at fáa skipið í dokk til ásettu tíð, ella um undirveitarar ikki eru førir fyri at fremja sýn, so sum at sýna ella viðlíkahalda týdningarmikla útgerð, tól og maskinur, sambært galdandi reglum, skal umsókn um undantak sendast Sjóvinnustýrinum.
Umsóknin, ið lýsir orsøk og prógv fyri, hví skipið ikki kann lúka ásettu krøvini, skal gerast í samráð við klassan og fyri at sleppa undan trupulleikum við myndugleikunum (PSC), ráða vit reiðarínum til at bera so í bandi, at klassin sendir umsókn um undantaksloyvi til Sjóvinnustýrið í góðari tíð.
Seinkað sýn ella skoðanir (skip og bátar undir 24 m, Sjóvinnustýrið)
Um eitt sýn ella skoðan er seinkað ella ikki er møgulig at fremja rættstundis, av tí at sýnsfólk hjá Sjóvinnustýrinum, orsakað av Covid 19, ikki eru før fyri at koma út til ásettu tíð, metir Sjóvinnustýrið um støðuna og ger sítt til, at vinnan ikki verður tarnað at virka.
Innanhýsis ISM Skoðanir
Regla 12.1 í ISM loyvir upp til 15 mánaðir ímillum innanhýsis skoðanir í serligum førum. Um reiðarí, orsakað av Covid 19, ikki er ført fyri at gera innanhýsis skoðanina til ásettu tíð, skal felagið venda sær til Sjóvinnustýrið við umsókn um at leingja freistina. Umsóknin skal klárt vísa á, hví skoðanin ikki er gjørd til ásettu tíð.