Farmaskipið AKRANES hjá Smyril Line er nú skrásett í FAS.
Akranes er systurskip SKIPANES, sum kom í FAS-flotan í august í ár.
Nýggju Ro-ro-skipini eru bygd í Kina á Yantai CIMC Raffles skipasmiðjuni. Hesi leggjast afturat flotanum hjá Smyril Line, sum frammanundan telur skipini, Glyvursnes og Mykines, sum eisini eru skrásett í FAS.






