• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • MLC-sáttmálin

    Maritime Labour Convention, stytt MLC-sáttmálin, kom altjóða í gildi tann 20. august 2013.  Føroyar samtyktu sáttmálan tíðliga í 2014, og tess vegna skuldu øll føroysk skip 500 BT og størri verða sýnað og hava fingið MLC certifikat sum prógv fyri, at arbeiðs- og liviumstøðurnar umborð samsvara við MLC-krøvini.

    ILO-sáttmálin um starvsviðurskifti hjá sjófólki, varð samtyktur á ráðstevnu hjá ILO í 2006.

    Endamálið við MLC-sáttmálanum er at skipa øll nútíðar krøv til starvsviðurskifti hjá sjófólki í ein einfaldan samanhangandi og dagførdan sáttmála. Tilsamans eru heili 38 sáttmálar og 30 tilmæli frá ILO á sjóvinnuøkinum savnað í MLC-sáttmálanum, t.e. næstan allir ILO-sáttmálar og tilmæli síðani 1919. MLC-sáttmálin fevnir um starvsviðurskifti hjá sjófólki sum heild, herundir reglur um starvsavtaluna, arbeiðsumhvørvi og sosiala trygd.

    MLC-sáttmálin er bert galdandi fyri handilsskip, og tí er einki krav um, at ásetingarnar í MLC-sáttmálanum verða implementeraðar soleiðis, at hesar koma at galda fyri fiskiskip.

    Sáttmálin verður settur í verk við tað, at viðkomandi lóggávan á sjóvinnuøkinum, m.a. sjómannalógin, verður lagað til ásetingarnar í MLC sáttmálanum.

    Sáttmálin kann lesast her.

    MLC-sáttmálin er ikki galdandi fyri fiskiskip.  Tó hava fiskiskip við reglunum í Fráboðan A fingið ásett nýggjar reglur viðvíkjandi persónligari trygd/vernd og arbeiðsumstøðum umborð.  Fráboðan A varð sett í gildi fyri øll føroysk skip tann 1. september 2013. Les Fráboðan A her.

    Á ensku síðu okkara ber til at lesa um MLC-reglurnar í smálutum.