• Føroyskt
  • English
  • +298 35 56 00   Tlf
  • Føroyskt
  • English
  • Handilsskip

    Mynstring sum heimaskipari eftir 1. januar 2017.
    Heimaskiparar skulu hava skeið í ECDIS fyri at fáa sjóvinnubræv sbrt. STCW Manila 2010.

    Mynstring sum skipari eftir 1. januar 2017.
    Skiparar við útbúgving áðrenn 2015 skulu hava skeið í BRM. Er útbúgvingin frá áðrenn 2006, krevst eisini skeið í ECDIS.

    Mynstring sum skipsførari eftir 1. januar 2017.
    Skipsførarar við útbúgving frá 2006 ella seinni lúka øll krøv til at fáa útskrivað sjóvinnubræv sbrt. STCW 2010. Skipsførarar við útbúgving fyri 2006 skulu hava skeið í ECDIS.
    Møguleiki er at útskriva avmarkað sjóvinnubrøv, t.e. sjóvinnubræv uttan ARPA og ECDIS.

    Hvussu søki eg um sjóvinnubræv?

    Vit mæla til, at tú søkir á online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt sjóvinnubræv, og hvat tú skalt senda við. Viðgerðartíðin er eisini munandi styttri, um tú søkir online.

    Tú kanst eisini útfylla oyðublað og senda kravdu skjølini við. Á oyðublaðnum stendur, hvørji skjøl skulu sendast við umsóknini. Gev gætur, at umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn øll skjøl eru móttikin.

    Oyðublað: Umsókn um vinnubræv

    Hvørjar treytir eru til at fáa sjóvinnubræv?

    Sjófólk, ið skulu hava sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður við handilsskipum, skulu lúka hesar treytir:

    Viðkomandi skal vera myndugur: Allir umsøkjarar skulu vera 18 ár ella eldri.

    Prógv frá sjómansskúla: Fyri at fáa sjóvinnubræv sum brúgvayvirmaður til handilsskip, skal viðkomandi hava fingið prógv sum heimaskipari, skipari ella skipsførari. Skúlaprógvið má ikki vera eldri enn 5 ár, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað.

    Galdandi heilsuprógv til sjófólk: Umsøkjarar skulu hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi bæði er skikkaður til skips- og kagtænastu.

    Galdandi radioprógv: Umsøkjarar skulu hava galdandi radioprógv GMDSS (ROC ) ella (GOC).

    Siglingartíð: Tað er ymiskt, hvat kravið til siglingartíð er, alt eftir hvat sjóvinnubræv talan er um. Er talan um endurnýggjan, kanst tú lesa meira her. Er talan um fyrsta sjóvinnubræv ella uppstigan, kanst tú síggja flóðkort, ið vísir, hvørji krøv verða sett til siglingartíð.

    Útbúgvingarbók: Umsøkjarar, ið hava verið undir aspirantskipan, hava tikið sjóvinnuskúla ella eru skipsatstøðarar og tískil hava niðursetta siglingstíð, skulu eisini hava góðkenda útbúgvingarbók. Útbúgvingarbókin fæst á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum . Tá ið útbúgvingarbókin er útfylt, skal hon góðkennast av Vinnuháskúlanum, áðrenn hon verður latin Sjóvinnustýrinum.