• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Vrak-loyvisbræv

Vrak-loyvisbræv

Føroysk skip, ið eru 20 BT ella meira skulu hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd fyri ábyrgd skipaeigarans av fíggjarligum útreiðslum at burturbeina skipsvrak o.a.

Føroysk skip, sum eru 300 BT ella meira skulu harafturat hava eitt Vrak-loyvisbræv.

Vrak-loyvisbrævið er skjalprógv um, at skipið hevur trygging frá góðkendum tryggingarfelag ella aðra fíggjarliga trygd, ið veitir fulnað fyri ábyrgdina at burturbeina vrak.

Kravið um Vrak-loyvisbræv er eisini galdandi fyri útlendsk skip, ið eru 300 BT ella meira, sum koma í, ella fara úr føroyskari havn; lastingarstaði ella lossingarstaði í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fj. frá grundlinjunum; ella sum hava regluligt virksemi í føroyskum sjóøki.

Umsókn um Vrak-loyvisbræv

Lóggáva

Sambært § 166 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven (sjólógin) ber skrásetti skipaeigari útreiðslurnar, sum standast av at lokalisera, eyðmerkja og burturbeina eitt vrak í føroyskum sjóøki og í ávísum føri í útlendskum sjóøki.

Sambært § 168 skal skrásetti eigarin av skipi, sum er 20 BT ella meira hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd, sum veitir fulna fyri útreiðslur at lokalisera, uppmerkja og burturbeina eitt vrak. Harafturat skulu skip, sum eru 300 BT ella meira hava eitt Vrak-loyvisbræv umborð, sum skjalprógv um kravdu tryggingina ella fíggjarligu trygdina.

Krøvini um trygging og Vrak-loyvisbræv stava frá Vrak-sáttmálanum, Nairobi International Convention on the Removal of Wrecks. 2001.

Vrak-sáttmálin kom í gildi altjóða 14. apríl 2015.

Løgtingið samtykti á vári 2025 at Føroyar skulu taka undir við Vrak-sáttmálanum og harvið gerast partar til sáttmálan.