Vitaverk er deild hjá Sjóvinnustýrinum, sum tekur sær av vitum, sjóuppmerking, siglingarskipanum o.ø.
Føroyar yvirtóku tann 1. juni 2024 raksturin av 24 vitum frá dønum. Deildin hevur ábyrgd av rakstri av hesum vitum.
Umframt hetta hevur deildin eftirlit við sjóuppmerking, siglingarskipanum o.ø. Landsverk kann útinna eftirlit vegna Sjóvinnustýrið.
Tá talan er um nýgerð, broyting ella niðurtøku av hesum skal umsókn sendast Sjóvinnustýrinum minst 6 vikur, áðrenn ætlanin er at byrja arbeiðið.
Ein og hvør ið gerst varugur við at ein viti ikki lýsur, eigur at boða frá til MRCC á tel. 35 13 00