• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Vinnuligt virksemi

Hvat er vinnuligt virksemi
Við atliti til sigling og galdandi reglur, er tað týdningarmikið at vita, nær talan er um vinnuliga- ella frítíðarsigling. Krøvini til frítíðarsigling eru øðrvísi enn krøvini til vinnuliga sigling.

Í stuttum kann sigast, at talan er um vinnuligt virksemi, tá tað alment og móti gjaldi verður farið útferðir, fiskitúrar v.m. við ferðafólki og tá tað við vinningi fyri eyga og meira ella minni alment verður lýst við útferðum, fiskitúrum v.m. við gjaldandi ferðafólki.

Til dømis er sigling við ferðafólki og sigling, ið skúlar, útbúgvingarstovnar, viðgerðarstovnar, dagstovnar og frítíðarskúlar skipa fyri við næmingum og øðrum luttakarum, ið eru knýtt at stovninum, mett sum vinnuligt virksemi.

Vinnulig sigling
Sí galdandi kunngerð nr. 104 frá 9. juli 2019 um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk.

Frítíðarsigling
Siglitúrar í egnum frítíðarbáti og sigling við egnum klubba ella felagslimum verður roknað sum frítíðarsigling, og ikki vinnuligt virksemi.

Sí galdandi løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons BT.

Kunning:
Verður farið nýtt til bæði vinnuliga sigling og frítíðarsigling, skal farið lúka krøvini í báðum omanfyri standandi kunngerðum.