• Føroyskt
  • English

Telefon +298 35 56 00

VAKTtelefon +298 33 31 98

Vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu og maskintænastu

Hvussu søki eg um førleikaprógv
Tú søkir um førleikaprógv í online skipan okkara. Har sært tú greitt, hvørji krøv eru til títt førleikaprógv, og hvat tú skalt senda við.

Hvørjar treytir eru til at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu og maskintænastu?
Sjófólk, ið skulu hava vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu og maskintænastu, skulu lúka niðanfyristandandi treytir.

Aldur
Umsøkjari skal vera fyltur 16 ár.

Galdandi heilsuprógv til sjófólk
Umsøkjari skal hava galdandi heilsuprógv til sjófólk, ið vísir at viðkomandi er skikkaður til skipsænastu. Søkt verður um brúgvatænastu, skal umsøkjari eisini vera skikkaður til kagtænastu.

Váttan um upplæring
Umsøkjari skal hava váttan um upplæring, sum er útfylt av vakthavandi brúgvayvimanni ella maskinyvirmanni. Skjalið fæst her.

Siglingartíð
Kravið til siglingartíð er 6 mánaðir dekstænasta við skipum, sum eru 20 BT ella meira. Um umsøkjari hevur staðið grundskeið sum skipsatstøðari ella grundskeið fyri aspirantar er kravið til siglingartíð 2 mánaðir.