Trygging fyri sjórættarlig krøv
Føroysk skip á 300 BT ella meira skulu hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd, sum veitir fulnað fyri sjórættarligum krøvum sambært sjólógini.
Skipini skulu hava eitt tryggingarskjal ella aðra váttan, sum skjalprógv um, at tey eru fevnd av eini trygging ella aðrari fíggjarligari trygd fyri sjórættarlig krøv. Skipini, sum eru fevnd av kravinum mugu ikki fara í sigling uttan kravda tryggingarskjalið ella váttan.
Kravið um trygging ella aðra fíggjarliga trygd fyri sjórættarlig krøv eru eisini galdandi fyri útlendsk skip á 300 BT ella meira, sum koma í, ella fara úr føroyskari havn; lastingarstaði ella lossingarstaði í føroyskum sjóøki innanfyri 200 fj. frá grundlinjunum; ella sum hava regluligt virksemi í føroyskum sjóøki.
Fráboðan til Sjóvinnustyrið um trygging
Skipaeigarar hava sum útgangsstøði skyldu til at boða Sjóvinnustýrinum frá, at kravda tryggingin er teknað ella onnur fíggjarlig trygd er fyri sjórættarligum krøvum.
Skip sum hava “Certificate of Entry”
Allar tryggingar frá P&I-klubbum, sum eru limir í International Groups of P&I-Clubs (IG) eru tó undangóðkendar. Hetta merkir, at ongin fráboðanarskylda eru fyri skip, ið hava eitt “Certificate of Entry.” Eitt Certificate of Entry er skjalprógv um trygging frá einum P&I-klubba, sum er limur í IG. “Certificate of Entry” skal fevna um upplýsingar um skipanavn, IMO-nummar, heimstað, um reiðara, um tryggingarfelagið og um slag av trygging og gildistíðarskeið á tryggingini.
Skip sum ikki hava “Certificate of Entry”
Skip, sum ikki hava eitt “Certificate of Entry” frá einum P&I-klubba í IG skulu eina ferð um ári senda Sjóvinnustýrinum upplýsingar um tryggingina ella aðra fíggjarliga trygd.
Fráboðanin skal fevna um hesar upplýsingar:
- Skipanavn
- IMO-nummar
- Heimstað
- Navn og høvuðssæti hjá reiðara
- Um talan er um ábyrgdartrygging, sjalvprógvaða sjálvstrygging, bankatrygd ella aðra fíggjarliga trygd við sama fulnaði eins og ein trygging frá einum P&I-klubba, sum er limur í IG.
- Gildistíðarskeið á trygginginiHvar tryggingin er tikin
- Um tryggingin er við ella uttan sjálvsábyrgd
Sjóvinnustýrið kann í serligum føri krevja prógv fyri, at tann, ið hevur veitt tryggingina hevur loyvi at reka slíkt virksemi í landinum, har hann hevur heimstað, og at hann er fíggjarliga førur fyri at veita fulnað fyri møguligum sjórættarligum krøvum.
Lóggáva
Sambært § 153 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven (sjólógin) skulu føroysk skip á 300 BT ella meira hava eina trygging ella aðra fíggjarliga trygd, sum veitir fulna fyri sjórættarligum krøvum sambært sjólógini.
Nærri krøvini til tryggingina eru ásett í kunngerð um tryggingarskjøl sum prógva fulnað fyri sjórættarligum krøvum.