Øll sjófólk, ið mynstra við føroyskum skipum, skulu hava galdandi trygdarskeið. Trygdarskeið fæst við at venda sær til veitarar innan økið.
Sjóvinnustýrið hevur ikki heimild at geva undantak frá kravinum um trygdarskeið.
Broytingar í grundleggjandi trygdarskeiðnum fyri sjófólk frá 1. januar 2026
1. januar 2026 koma í gildi broytingar í STCW-sáttmálanum, sum hava við sær broytingar í grundleggjandi trygdarskeiðnum fyri sjófólk.
Ítøkiliga er talan um broyting í STCW A-VI/1-4 um ”personal safety and social responsibilities”
Broytingarnar fevna um krav um frálæru í at handfara harðskap og ágang, undir hesum kynsligan ágang. Hetta merkir, at trygdarskeið sum verða hildin eftir 1. januar 2026 fara at fevna um hesa frálæru afturat.
Galdandi trygdarskeið varðveita gildi
Trygdarskeið, sum eru staðin innan 1. januar 2026, varðveita gildi samsvarandi gildistíðini á skeiðspróvnum.




